
Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian hevur endaliga góðkent lógaruppskotið um at fara úr samstarvinum við kjarnorkustovninum hjá ST, IAEA.
Uppskotið varð fyrst samtykt í iranska tjóðartinginum og síðani av Varðmannaráðnum í kjalarvørrinum á álopunum millum Ísrael og Iran í juni, og við góðkenning frá forsetanum kann lógin nú fara í gildi, skrivar Ritzau.
Álopini millum Ísrael og Iran byrjaðu 13. juni, og 21. juni fór USA uppí stríðið og framdi álop á trý iransk kjarnorkuverk. Síðani leyp Iran á eina herstøð í Doha í Katar, sum amerikanski herurin brúkar. 24. juni varð avtala gjørd um vápnahvíld millum Iran og Ísrael.
IAEA hevur til endamáls at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum í heiminum og tryggja, at kjarnorka verður nýtt á ein tryggan hátt. IAEA hevur higartil havt eftirlit við iransku kjarnorkuverkunum, men framyvir sleppa eftirlitsfólk hjá IAEA Ikki at vitja kjarkorkuverkini uttan loyvi frá iranska tyrgdarráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald