Í minsta lagi 2.571 fólk hava latið lív í sambandi við mótmælunum í Iran seinastu vikurnar, sigur iranska mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur høvuðssæti í USA sambært Ritzau.
Týsdagin upplýsti felagsskapurin annars, at hann hevði váttað 2.003 andlát, og at meginparturin av teimum deyðu eru mótmælisfólk.
Ein iranskur embætismaður upplýsti eisini týsdagin, at talið á deyðum var umleið 2.000, og tað var fyrstu ferð, at ein persónur frá iransku myndugleikunum viðurkendi fráboðanirnar um høg deyðstøl undir mótmælunum.
Mótmælini byrjaðu 28. desember og snúðu seg í byrjanini um ónøgd við sera høgu inflasjónina. Seinni hava mótmælini snúð seg um atfinningar móti prestastýrinum sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald