Uttanlands

Iran váttar at flotaovastin er deyður

Ísrael bar tíðindi longu hósdagin - men ikki fyrr enn í dag vórðu tey váttað

Alireza Tangsiri (Mynd: bbc)

Alireza Tangsiri (Mynd: bbc)

2026-03-30 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Iran hevur í morgun váttað, at ovastin fyri flotan hjá kollveltingarhirðini, Alireza Tangsiri, er deyður.

Ísrael segði hósdagin eftir eitt álop á ein iranskan havnarbý, at tey høvdu dripið flotaovastan, men tað er nústaðni, at Iran váttar tíðindini, skriva altjóða miðlar.

Sambært einum boðum, sum í dag vórðu lisin upp í iranskun tjóðarsjónvarpið, er flotaovastin deyður “orsaka av álvarsligum skaðum” frá álopinum. Boðini róstu hansara íkast, serliga fyri at hjálpa Iran við at varðveita harradømið yvir Hormuz sundið.

Alireza Tangsiri hevur sum flotaovasti havt ein týðandi leiklut í steingingini av Hormuz sundinum, sum kollveltingarhirðin tók ræðið á undir krígnum.

Tangsiri er seinasti í røðini av fleiri leiðandi persónum í iransku leiðsluni, sum eru dripnir í ísraelskum og amerikanskum loftálopum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder