Uttanlands

Iran: Skiftandi krøv frá USA orsøkin til longdar samráðingar

Talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum gevur USA skyldina fyri, at samráðingarnar millum USA og Iran enn ikki eru komnar á mál

Í iranska hvøuðsstaðnum Teheran síggjast myndir av fyrrverandi ovasta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei og soni hansara, Mojtaba Khamenei, sum er nýggjur leiðari í Iran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

Í iranska hvøuðsstaðnum Teheran síggjast myndir av fyrrverandi ovasta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei og soni hansara, Mojtaba Khamenei, sum er nýggjur leiðari í Iran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-01 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru skiftandi sjónarmið hjá USA og vantandi álit, sum er orsøkin til, at samráðingarnar millum USA og Iran um eina friðaravtalu draga út.

Tað sigur Esmaeil Baghaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðið.

Les eisini: Iran ikki álit á USA

– Hin parturin skiftir áhaldandi sjónarmið og setur nýggj mótstriðandi krøv (...). Tað er natúrligt, at hendan støðan fer at leingja samráðingarnar, sigur hann m.a. sambært Ritzau.

Samstundis heldur Iran ikki, at mann kann skilja millum USA og gerðirnar hjá Ísrael í m.a. Libanon, sigur Baghaei.

Um vikuskiftið varð boðað frá, at USA hevði sent iranum eitt nýtt uppskot til friðaravtalu, og at amerikanski forsetin, Donald Trump hevði hert krøvini.

Les eisini: Keldur: Trump hert krøvini fyri avtalu við Iran


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder