Uttanlands

Iran: Prógv fyri at Ísrael fekk stuðul frá USA

Amerikanski herurin stuðlaði ísraelska álopinum fríggjadagin, sigur iranski uttanríkismálaráðharrin

Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi (Mynd: EPA)

Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi (Mynd: EPA)

2025-06-15 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran, sigur seg kunna prógva, at amerikanski herurin stuðlaði álopinum hjá Ísrael á Iran náttina til fríggjadagin.

– Vit hava sterk prógv fyri, at amerikanskar herdeildir og herstøðir í økinum hava stuðlað álopinum, sum (ísraelski herurin) framdi.

Hvørji prógv talan er um, greiðir hann ikki nærri frá.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur váttað, at hann var kunnaður um ísraelska álopið, men hann hevur tó víst aftur, at USA var partur av álopunum.

Iranski uttanríkismálaráðharrin sigur, at amerikanarar eru samsekir í álopinum hjá Ísrael, og skulu bæði londini ábrygdast fyri hetta, skrivar Ritzau.

Álopini halda fram
Aftur í morgun verður boðað frá álopum á Ísrael og Iran.

Israelska tilbúgvingin boðaði tíðliga í morgun frá, at Iran í morgun hevði lopið á tvey støð í Ísrael. Í minsta lagi trý fólk hava latið lív, og fleiri enn 130 eru særd.

Úr Iran verður sagt, at í minsta lagi 138 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum síðan fríggjadagin, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder