Uttanlands

Iran fordømir amerikonsk álop

Bæði Iran og USA boða frá brotum á vápnahvíldina

Amerikanski forsetin, Donald Trump leggur Iran undir at hava brotið avtaluna um vápnahvíld og hóttir samstundis Iran við at taka uppaftur álop á Iran (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump leggur Iran undir at hava brotið avtaluna um vápnahvíld og hóttir samstundis Iran við at taka uppaftur álop á Iran (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-28 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran fordømir amerikansk álop á eina iranska radarastøð á iransku suðurstrondini og metir álopini vera brot á avtaluna um vápnahvíld, sum USA og Iran gjørdu miðskeiðis í juni.

Amerikanski herurin váttar, at hann annan dagin á rað hevur framt álop á iransk mál.

Grundgevingin hjá amerikanska herinum er, sambært Ritzau, at talan er um aftursvar fyri álop, sum Iran sigst at hava framt móti handilsskipum í Hormuzsundinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump legði leygardagin Iran undir at hava brotið avtaluna um vápnahvíld og hótti samstundis Iran við at taka uppaftur álop á Iran.

Avtalan um vápnahvíld millum USA og Iran gevur partunum 60 dagar at samráðast um eina endaliga friðaravtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder