– Sum tað sær út í løtuni, hava vit ongar ætlanir um næsta samráðingarumfarið, og heldur ikki er nøkur avgerð tikin hesum viðvíkjandi, sigur Esmaeil Baqaei, sum er talsfólk fyri iranska uttanríkismálaráðið.
Sambært talsfólkinum hava amerikanarar víst, at teir ikki taka diplomatisku tilgongdina í álvara, og at teir hava brotið vápnahvíldina.
Iran hevur lagt USA undir at bróta vápnahvíldina, sum skuldi vera galdand fram til mikudagin. Hetta er í sambandi við, at USA leyp á og tók eitt iranskt farmaskip.
Les eisini: – USA hevur brotið vápnahvíldina, og Iran fer at svara aftur
Iran hevur boðað frá, at landið fer at svara aftur.
Í farnu viku varð boðað frá møguligum nýggjum samráðingum millum USA og Iran í Pakistan, og skuldu umboð fyri USA eftir ætlan koma til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald