Uttanlands

Interpol sleppir handtøkuboðum uppá Paul Watson

Umhvørvisaktivisturin er ikki longur eftirlýstur av Interpol. Paul Watson var í fjørsummar handtikin í Grønlandi

Paul Watson tá hann varð leyslatin 17. desember í fjør (Mynd: EPA)

Paul Watson tá hann varð leyslatin 17. desember í fjør (Mynd: EPA)

2025-07-22 18:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Interpol hevur slept sonevnda "Red notice" um at handtaka Paul Watson.

Tað upplýsir advokatur hansara, William Julié, fyri AFP tíðindastovuni, skrivar Ritzau.

Danska løgreglan í Grønlandi handtók í fjørsummar 74 ára gamla Paul Watson, og hann sat í varðhaldi í Nuuk meðan myndugleikarnir tóku støðu til, um hann skuldi útflýggjast til Japan.

Eftir fýra mánaðir tók danska løgmálaráðið avgerð um, at hann ikki skuldi útflýggjast.

Og nú er Interpol komið fram til, at altjóða handtøkuboð altso ikki skulu vera fyri Paul Watson.

Les eisini: Bjarni K. Petersen: Óskiljandi at Paul Watson er leyslatin

Les eisini: Løgreglan stóð fyri Paul Watson tá hann kom til Nuuk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder