Innanlands

Inntøkurnar í Eystur- og Sandoyartunlinum økjast ár eftir ár

Í 2025 øktust ferðsluinntøkurnar frá Eystur- og Sandoyartunlinum við níggju prosentum – Í miðal koyrdu dagliga 6.480 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin, meðan 1.073 koyrdu gjøgnum Sandoyartunnilin

(Savnsmynd: Óalvur Frederiksen)

(Savnsmynd: Óalvur Frederiksen)

2026-01-19 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2025 øktust ferðsluinntøkurnar frá Eystur- og Sandoyartunlinum við níggju prosentum.

Ferðsluinntøkurnar í fjør vóru íalt 215 milliónir krónur, í mun til 197 milliónir krónur árið fyri, skrivar felagið Eystur- og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi.

Inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum vóru í 2025 181 milliónir krónur, í mun til 168 milliónir krónur í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,7 prosent.

Inntøkurnar frá Sandoyartunlinum vóru 34 milliónir krónur, í mun til 29 milliónir krónur í 2024, sum er ein vøkstur á 17 prosent.

Í 2025 koyrdu 2.365.349 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin, í mun til 2.177.962 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 8,6 prosent.

Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 6.480 bilar. Í 2024 var talan um 5.951 bilar/dag.

Í Sandoyartunlinum koyrdu 391.599 bilar í 2025, í mun til 363.289 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,8 prosent. Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 1.073 bilar í mun til 993 bilar/dag í 2024.

Einki ferðslutrygdargjald frá landinum var neyðugt fyri 2025. Í samband við fíggingina av byggingini av Eystur- og Sandoyartunlinum veitti landið eina ferðslutrygd, soleiðis, at felagið altíð megnar at gjalda síni lánsgjøld, rentur og avdráttir, umframt rakstrarútreiðslur í mun til mettar ferðsluinntøkur.

Netto rentuberandi skuldin við ársenda 2025 er 1.978 milliónir krónur. Lánið var upprunaliga 2.640 milliónir krónur. Lánið hevur eina fasta rentu á 2,73 prosent fram til 31.01.2040, tá øll skuldin er afturgoldin. Við øðrum orðum, er skuldin hjá tunlunum afturgoldnir um 14 ár, skrivar tunnilsfelagið.

Kostnaðurin fyri byggingina av báðum tunlunum, sum í alt eru 22 km langir, var 2.580 milliónir krónur, netto inntøkur/útreiðslur fyri at gera verkætlanina lidna fyri tíð. Hetta svarar til 117 milliónir fyri kilometurin. Rentur í byggitíðini eru ikki íroknaðar.

Tá felagið fór undir byggingina, var metti byggikostnaðurin 2.640 milliónir krónur. Eysturoyartunnilin var bygdur frá 2017 til 2020, meðan Sandoyartunnilin var bygdur frá 2019 til 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder