Innanlands

Inntøkan hevur ikki fylgt við sethúsaprísinum

Bæði rentuhækkingarnar og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum

2022-10-20 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein avleiðing av, at sethúsaprísirnir vaksa skjótari, enn tøka inntøkan, er, at bústaðarbyrðan økist. Tað merkir, at tann parturin av tøku inntøkuni, sum húsarhaldini nýta til avdráttir og rentur, er øktur.  

Soleiðis skrivar Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing um fíggjarliga støðufestið.

Í juli og september í ár hækkaði evropeiski miðbankin rentuna fyri at tálma prísvøksturin, og danski Nationalbankin, ið heldur fastan krónukurs mótvegis evruni, fylgdi aftaná og hækkaði sínar rentur.

Av tí at útlánsrentan í danska tjóðbankanum er hækkað, hava føroysku bankarnir eisini sett sínar útlánsrentur upp. Eitt hækkað rentustøði merkir øktar rentuútreiðslur til bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum.

Bæði rentuhækkingarnar og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni á ymsu vørunum og tænastunum, sum húsarhaldini keypa, minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum, og hetta er við til at avmarka, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða fyri bústaðir og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á bústaðarmarknaðinum.

Seinastu áleið átta árini eru sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum øktir skjótari enn inntøkurnar, og tað kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini, men eisini hava renturnar verið sera lágar hetta sama tíðarskeiðið, og hetta hevur gjørt tað lutfalsliga bíligt at læna pening til sethús.

Á myndini niðanfyri sæst, at sethúsaprísirnir í Tórshavn eru vaksnir skjótari, enn tøka inntøkan síðani 2015 (undantikið í 2017). Vøksturin í realum sethúsaprísum (sí grønu stabbarnir, t.e. sethúsaprísur frároknað prísvøkstur) hevur í miðal verið 10prosent í tíðarskeiðinum 2018 til 2022. Seinast ein slík gongd sást í lutfallinum millum sethúsaprísir og tøku inntøkuna, var í 2006 til 2008. Eftir 2008 fall sethúsaprísurin aftur til støðið fyri tøku inntøkuna.

Ilt er at siga, um sethúsaprísirnir aftur fara at lækka á sama hátt. Serliga í miðastaðarøkinum er eftirspurningurin eftir býli framvegis størri enn útboðið, og tað hálar prísin uppeftir.

Ein avleiðing av, at sethúsaprísirnir vaksa skjótari, enn tøka inntøkan, er, at bústaðarbyrðan økist. Tað merkir, at tann parturin av tøku inntøkuni, sum húsarhaldini nýta til avdráttir og rentur, er øktur.   

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder