Í tíðarskeiðnum oktober 2024 til september 2025 innfluttu føroyingar vørur fyri 10,9 milliardir krónur.
Tað eru 159,9 milliónir - ella 1,5 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Virðið á øllum innfluttum vørubólkum, undantikið vørubólkurin "maskinur, motorar, skip og akfør", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljum er vaksið fyri fyrstu ferð síðani juli 2023, meðan innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum – ella 11,3 prosent.
Meiri varð innflutt úr Norðuramerika og Asia annars, serstakliga úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Innflutningurin minkaði eitt vet úr ES og vaks úr Evropa annars, tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald