Innanlands

Innflutningurin methøgur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, sambært Hagstovuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-18 16:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, og tað er met, skrivar Hagstovan. Ongantíð fyrr er meira innfutt.

Nú innflutningurin til og við august er gjørdur upp, sæst, at innflutningurin vaks 8,4 prosent í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11 prosent.

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og sæst hetta eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, hava vit brúkt 30 prosent meiri uppá brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna". Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira enn í fjør, sum er ein vøkstur á 39 prosent. Eisini sæst ein stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu – átta prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder