2025-10-09 08:12

Nakað fyri klokkan 4 í nátt fór alarmurin á Apotekinum í Havn ígongd sum tekin um, at onkur var í holt við at bróta inn.
Stutt eftir ringdi ein persónur og boðaði frá, at tað var hann, sum hevði roynt at brotið inn.
Sum skilst er ein rútur brotin, men innbrotstjóvurin var ikki komin langt, áðrenn hann – helst orsaka av at alarmurin fór í gongd – skifti meining og rýmdi av staðnum uttan at nakað var stolið.
Á veg burtur frá staðnum, valdi viðkomandi eisini sjálvur at boða løgregluni frá. Persónurin varð tikin inn á politistøðina til avhoyringar, og fær helst eina bót fyri innbrotsroynd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald