Innanlands

Innbrotstjóvar funnu lykilin til peningaskápið

Fleiri túsund krónur vórðu stolnar undir einum innbroti í Á-handilin í Norðskála í gjáranáttina

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-12-11 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjáramorgunin varð boðað frá, at matvøruhandilin Á á Norðskála hevði havt óbodnar gestir um náttina. Tjóvar vóru komnir inn við at bróta ein rút í hendlinum.

Tjóvarnir eru farnir avstað við rættiliga nógvum pengum. Okkurt bendir á, at allur umsetningurin frá degnum fyri er stolin. Tjóvarnir hava fingið atgongd til peningaskápið, og eru farnir av stað við pengunum, sum vóru í – talan er um fleiri túsund krónur, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Peningaskápið er latið upp við lykili, so okkurt bendir á, at tjóvarnir vistu hvar lykilin var, ella var lykilin ikki serliga væl goymdur, staðfestir vaktleiðarin.

Vakmyndatól eru í handlinum, og myndirnar avdúka, at talan var um minst tveir tjóvar, sum høvdu latið seg í soleiðis, at teir ikki skuldu kennast aftur.

Løgreglan arbeiðir við málinum. Kannar vakmyndir frá øðrum innbrotum, fyri á tann hátt at finna fram til, hvørjir tjóvarnir munnu vera.

Eisini skeinkistaðið Mikkeller í miðbýnum í Havn hevði innbrot hesa somu náttina. Eisini her sluppu tjóvarnir inn við at bróta ein rút. Her er talan um rúsdrekka, ið er horvið, upplýsir vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder