2025-11-20 08:41
Í gjáranáttina var innbrot í einum matstaði, ið selur liðurgjørdan mat út úr húsinum. Talan er um matstaðið, ið hevur bústað í smáttuni yvir av sjónleikarhúsinum í Havn, sum einaferð var rópt ‘hvíta kiosk’, og sum nú selur teilendskan mat.
Óbodnir gestir hava verið inni og eru farnir avstað við vekslipengunum. Talan er ikki um nakra stóra upphædd, upplýsir vaktleiðarin hjá politinum.
Arbeitt verður við málinum, og løgreglan hevur savnað ‘lívfrøðilig spor’ spor at ganga eftir, verður upplýst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald