Innanlands

Innbrot í Kollafjarðardali

Stolnar vórðu nakrar túsund krónur í vekslipeningi

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-12-02 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt innbrot, sum var á bensinstøðini í Kollafjarðardali í gjáranáttina.

Løgreglan fekk um hálvgun níggjutíðina boð um, at innbrot hevði verið á støðini.

Tað sær út sum um at innbrotstjóvurin er komin inn gjøgnum eitt vindeyga, har rúturin er brotin. Inni í handlinum hevur tjóvurin fingið fatur á vekslipengunum, sum vóru í kassanum. Talan er um nakrar túsund krónur, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Arbeitt verður nú víðari við málinum.

Arbeitt verður eisini víðari við málinum um innbrotið í Rúsdrekkasøluni heima á Sandi.

- Vit arbeiða við málinum. Hava fingið fleiri spor at ganga eftir, men málið er ikki uppklárað enn, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder