2025-12-03 08:19
Í gjárkvøldið varð boðað frá innbroti Í Borg á Hálsi í Havn.
Onkur hevur skaffað sær atgongd til handilin uttan, at nakað varð brotið, og ógreitt er eisini, um nakað er stolið. Tað verður kannað, tá starvsfólkini koma til arbeiðis í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan kannar framvegis tvey innbrot í ávikavist Rúsuni á Sandi og Effo í Kollafjarðardali, og kannað verður m.a., um samband er millum innbrotini.
Les eisini: Innbrot í Kollafjarðardali
Les eisini: Innbrot í Rúsuni á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald