Innanlands

Ingilín D. Strøm tekur ein steðg

Javnaðarkvinnan stillar ikki upp til løgtingsvalið hesaferð. Hon vil ikki vera livibreyðspolitikkari

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-27 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður uttan Ingilín D. Strøm á listanum, at Javnaðarflokkurin fer til løgtingsval 26. mars.

- Hjartamálini vóru tá, og eru framvegis, umhvørvi og náttúra, rættvísi, javnstøða, samhaldsfesti millum lønarbólkar og ættarlið, og eitt samfelag, har øll hava somu møguleikar. Nú havi eg tikið avgerð um at taka ein steðg frá politikki, skrivar Ingilín D. Strøm í støðudagføring á Facebook seinnapartin.

Ingilín Didriksen Strøm stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 2019 og kom sendandi inn sum næstvald á Javnaðarlistanum. Tað var hon eisini í 2022 - tá við 787 atkvøðum.

[object Object](Mynd: Ingilín D. Strøm / Facebook)

- Eg havi ongantíð ætlað mær at vera livibreyðspolitikari. Eg havi fingið starv í Amnesty Føroyum, har eg framhaldandi fari at arbeiða fyri einum rættvísari heimi, samstundis sum eg geri meg lidna við eina master í professionellum samskifti, skrivar Ingilín D. Strøm.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Ingilín D. Strøm, men hon vísir til støðudagføringina á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder