Uttanlands

India útflutti 1,4 milliónir tons av hveiti í apríl

Kríggið í Ukraina hevur fingið fleiri at keypa hveiti úr India, men nú steðgar hesin útflutningurin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-16 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin boðaði indiska stjórnin frá, at landið fór at steðga við at útflyta hveiti. Hetta verður gjørt í eini roynd at steðga lokala prísvøkstirnum.

Russland og Ukraina eru millum størstu útflytarar av hveiti, men kríggið teirra millum forðar fyri útflutninginum, og tí hava fleiri lond keypt hveiti úr India í staðin.

Í apríl útflutti India 1,4 milliónir tons av hveiti, sum er metnógv. Til samanberingar útflutti india bert 243.000 tons av hveiti í apríl 2021. Í fíggjarárinum 2021/22 útflutti India tilsamand sjey milliónir tons av hveiti, skrivar Ritzau.

Kríggið í Ukraina hevur m.a. koyrt prísin á hveiti upp um allan heimin, m.a. í India orsakað av økta útflutninginum.

Vanliga selur India hveiti til tey í Suður- og Landsynningsasia, Miðeystri, Evropa og USA. Men síðan kríggið í Ukraina breyt út, hava eisini Egyptaland, Turkaland, Indonesia og fleiri afrikonsk lond keypt hveiti úr India.

India fer framvegis at loyva útflutning til ávís lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder