ES og India eru komin ásamt um eina stóra handilsavtalu, ið væntandi fer at økja samhandilin munandi millum Evropa og heimsins fólkaríkasta land, India.
Tað upplýsir forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, í dag.
Sagt verður, at henda avtala verður tann størsta av sínum skal, ið nakrantíð er gjørd.
- Avtalan fer at skapa ovurstórar møguleikar fyri tey 1,4 milliardir fólkini í India og fyri nógvar milliónir av fólkum í Evropa, segði Modi.
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og Narendra Modi fara væntandi seinni í dag at greiða nærri frá handilsavtaluni á einum tíðindafundi í indiska høvuðsstaðnum, New Delhi, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald