Innanlands

Íløgumøguleikar í partabrøv

Í greinarøð næstu mánaðirnar seta vit sjóneykuna á partabrøv. Byrjað verður við at greiða frá møguleikunum

2025-11-14 18:04 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ráðgevarafelagið Nira fer í hesi grein á Portal.fo at greiða nærri frá teimum góðu møguleikum, sum føroyingar hava at gera íløgur í børsskrásett partabrøv. Næstu mánaðirnar seta vit sjóneykuna á nettupp partabrøv.

Vaksandi áhugi at gera íløgur í partabrøv
Orsøkin til hesa grein er, at føroyingar tykjast at hava ein vaksandi áhuga fyri keyp av børsnoteraðum partabrøvum, sum eitt gott alternativ til aðrar uppsparingar møguleikar. Tað verður kanska eisini skrivað ov lítið um íløgumøguleikar í partabrøv í Føroyum. Tí hava vit valt at skriva um íløgur í partabrøv á vanligum máli til vanligar føroyingar. Vit fara í greinini bert at viðgera íløgur í børsskrásett partabrøv og ikki alternativar íløgur í íløgugrunnar, virðisbrøv, krypto ella líknandi.

Føroyingar kunnu í dag keypa børsskrásett partabrøv umvegis sín banka, beinleiðis á sínum netbanka ella á partabrævakeypsportalum uttanlands. Møguleiki er at keypa børsskrásett partabrøv til sína eftirlønaruppsparing hjá pensiónsfeløgum, ella til sína vanliga fríu goymslu, sum er tøkur pengar á bók í sínum banka, sum er eitt alternativ til vanliga uppsparing á innlánskonto.

Vís altíð varsemi og bið um ráðgeving tá tú ger íløgur í partabrøv
Tá talan er um keyp av partabrøvum, er altíð neyðugt at verða varin og hava eina greiða ætlan um, hvat tú ynskir við keypinum av partabrøvunum.

Íløgur í børsskrásett partabrøv hava søguliga, givið eitt væl hægri avkast í prosentum enn íløgur í virðisbrøv (obligatiónir) ella at hava peningin á hárentu innlánskontu í bankunum, sum vanligt serliga hevur verið í Føroyum.

[object Object]

Sambært kenda amerikanska búskaparfrøðinginum Jeremy J. Siegel, so hava langtíðar íløgur í amerikonsk partabrøv søguliga tvífaldað sítt virðið fyri hvørji 10 ár. Samanborið við obligatiónir og aðrar peningaligar íløgur hava partabrævaíløgur víst eitt miðal árligt avkast á 6,9 prosent seinastu 200 árini.

Ognarpartur í stórum børsskrásettum fyritøkum
At keypa eitt børsskrásett partabræv er í veruleikanum at keypa tín egna ognarpart í fyritøkuni og at fáa teir fyrimunir, sum kunnu vera við vøkstri, yvirskoti og vinningsbýti frá fyritøkuni.

Framtíðar partabrævagongdin í børsskrásetta felagnum er nær tengd at hvussu væl rikin fyritøkan hevur verið, er, og væntast at verða. Hevur fyritøkan til dømis eina sterka marknaðarstøðu við góðum vørum, sum hava eitt nøktandi kappingarførið og lønsemið í mun til fyritøkur í somu vinnu? Álitið á leiðsluna í felagnum at reka fyritøkuna best møguligt fyri sínar partaeigarar uppá bæði stutt sigt og longri sigt hevur eisini ein stóran týdning. At fyritøkan kann vísa á støðugt og møguliga vaksandi vinningsbýti síðstu árini til sínar eigarar hevur eisini sera nógv at siga.

Minka um váðan við at eiga yvir 10 børsskrásett partabrøv
Tá vit tosa um íløgur í partabrøv, so er okkara meginregla altíð at býta íløguna í fleiri partabrøv í eina sokallaða ”partabræva portefølju” uppá í minsta lagi 10 partabrøv ella fleiri. Hesi partabrøvini skulu býtast millum ymisk feløg, ymiskar vinnugreinar og helst eisini millum ymisk lond.

Orsøkin til at gera íløgur í fleiri enn 10 børsskrásett partabrøv er at minka um váðan, soleiðis at ein møgulig neilig gongd í einum ella fáum partabrøvum ikki fær líka neiligar álvarsamar avleiðingar á samlaðu ”partabræv porteføljuna”. 

Meginreglur tá tú gert íløgur í børsskrásett partabrøv
Okkara meginreglur, tá talan er um keyp av børsnoteraðum partabrøvum eru annars hesi:

1.) Talan er um eina langtíðar íløgu, har tú ikki hevur tørv á peninginum í íløgutíðarskeiðinum.
2.) Lán ikki pening til keyp av partabrøvum.
3.) Keyp í minsta lagið 10 partabrøv í góðum og stórum børsnoteraðum feløgum har
fordeilingin er 1/10 í hvørjum partabrævi.
4.) Být keypið av partabrøvunum í 6-10 vinnugreinar og i 1-3 londum í t.d. Norðanlondum/Evropa.
5.) Keyp partabrøv í teimum størru feløgunum í eitt nú Norðanlondum ella Evropa.
6.) Les um keypstilmæli frá greinarum uppá felagið handan partabrævið ella fá ráðgeving frá eitt nú føroysku bankunum.

Í næstu greinunum, sum koma í november og desember, fara vit at greiða nærri frá valinum av børsskrásettum partabrøvum. Vit fara at koma við einum ítøkiligum uppskotið um hvørji tíggju ella fleiri børsskrásett partabrøv, sum vit velja at gera íløgur í við støði í gongdina í partabrævamarknaðinum, tilmælum frá partabrævagreinarum og so framvegis. Talan verður um bæði føroysk, donsk, norsk, svensk og møguliga onnur feløg á børsum.

Endamálið er at gera íløgur í partabrøv meira ítøkiligt og veruligt fyri føroyska lesaran og íleggjaran.

At tað skal gerast meira áhugavert hjá lesaranum at fylgja gongdini hjá børsskrásettu feløgunum, sum vit sum dømi velja at gerða íløgur í komandi árið.

Lesarin á Portalinum kann harvið regluliga í 2026 fylgja við, hvussu gongdin er í íløguni í júst teimum partabrøvunum, sum vit fara at vísa á sum eitt dømi í eina partabrævaportefølju.

--

Ábyrgdarfráskriving

Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vilja vísa á í komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskiftið ikki verður nøktandi.

--

[object Object]
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder