Innanlands

Ikki vindur og ikki regn - besta ætt í Havn

Gleðiboð frá Veðurstovuni. Turt og lítil vindur á ólavsøku

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 09:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður turt og lítil vindur á ólavsøku. Hesi gleðiboð kundi Hanus Kjølbro, veðurmaður, boða frá í útvarpinum í áðni.

Allar forsagnir eru samdar um, at tað verður lítil vindur í dag og í morgin og einki brúgvalag við regni er á veg yvirhøvur. Ein lítil óvissa er um mjørka.

Í dag er besta ættin sum kann vera Havn. Eitt lítið lot av útnyrðingi. Kring landið eru tað 5 metrar um sekundið ella minni. Skiftandi skýloft.

Í kvøld og í nátt fer at mala av ymsum ættum. Tað verður eitt sindur klárari í erva og kanska tað verður mjørki onkustaðni - møguliga í Havn. Hitin millum 11 og 15 stig.

Morgindagurin, ólavsøkudagur, sær eisini góður út. Tað verður sunnan allan dagin. Fimm metrar um sekundið ella minni. Men óvissan er um mjørka, sum kann vera. Hinvegin er Havnin á røttu síðuni tá tað er sunnan, men tað er hárfínt, sigur Hanus Kjølbro.

Sí Veðrið á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder