Innanlands

Ikki nógv eftir av tjaldinum

Á Glasi mugu timburlærlingarnir fáa eina nýggja loysn. Tjaldið fór í vindinum í gjárkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-21 09:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki nógv eftir av tjaldinum sum er sett upp uttanfyri miðnámsskúlan Glasir í Marknagili. Timburlærlingarnir hava seinastu tíðina hildið til í tjaldinum, sum er farið i vindinum í nátt.

Sløkkiliðið í Havn fekk boð um tað í gjárkvøldið, og hevur verið og tryggjað tað, sum tryggjast kann.

Dúkurin er vekk og bara ein partur av skrokkinum stendur eftir.

placeholder
placeholder