Mentan

Ikki longur par

Tey hildu saman gjøgnum alt rættarmálið móti Teiti, men nú er føroyska parið í danska realityheiminum er farið í vaskið

Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg luttóku bæði í Ex on the Beach í 2021 (Savnsmynd: Discovery+)

Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg luttóku bæði í Ex on the Beach í 2021 (Savnsmynd: Discovery+)

2023-05-16 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg, sum bæði eru kend í danska realityheiminum, eru ikki longur par. Hetta váttar Teresa Ovenberg á sínum Instagram-vanga í dag.

Seinasta samdøgrið hava danskir miðlar skrivað um fyrr so forelskaðað parið. Orsøkin var, at tey bæði byrjaðu at strika myndir av hvørjum øðrum á Instagram, og fylgdu heldur ikki longur hvørjum øðrum. Umframt tað, kom fram, at Teresa Ovenberg leitaði eftir einum nýggjum staði at búgva - sum skjótast.

- Teitur og eg eru ikki longur saman. Takk fyri øll tey fittu boðini, sum eg longu havi fingið. Eg lesi tey øll, skrivar Teresa Ovenberg á Instagram.

- Beint nú havi eg bara brúk fyri friði og at hugsavna meg um meg sjálvan, skrivar hon.

Sat í varðhaldi stóran part av 2022
Parið hevur annars hildið saman gjøgnum alt rættarmálið sum var móti Teiti í fjør. Málið snúði seg um eina hending sum fór fram í Odense í 2021. Teitur varð í býarrættinum dømdur 2,5 ár fyri neyðtøku. Hann kærdi málið til landsrættin, har hann beint fyri jól varð fríkendur fyri neyðtøku, men hinvegin dømdur fyri harðskap.

Frá mai mánað 2022 til síðst í november 2022 sat Teitur Skoubo í varðhaldi.

Les eisini: Teitur Skoubo er frælsur maður

Les eisini: Teresa Ovenberg: Havi hug at krógva meg undir einum steini

Les eisini: Teitur Skoubo ein harðskapsdóm afturat

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder