Sum vit skrivaðu um í áðni, so eru ring koyriíkindi í dag.
Hetta er galdandi so at siga allastaðni í Føroyum. Nógvur kavi er komin niður í dag, og Landsverk skrivar, at tað er hált um alt landið.
Til ber at fylgja koyrilíkindunum her
Tað eru tó summi støð, sum eru rakt harðari enn onnur av truplu líkindunum.
Av støðum har nógvir bilar koyra, eru tað serliga ring koyrilíkindi á Sandoynni. Ávísir trupulleikar hava verið í hæddunum - millum annað á Gøtueiði har tað er hált og heldur trupult.
Landsverk boðar eisini frá at tað als ikki er koyrandi á Kalsoynni í løtuni. Tað er tað heldur ikki á Gjáarvegnum.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni sæst eisini, at fleiri bygdaleiðir hava avlýst fyri dagin. Seinkingar kunnu eisini væntast á fleiri leiðum stendur á ssl.fo - millum annað á leið 400.
Í kvøld verður boða frá meira vindi og uppaftur meira avfalli.
Dagført 16.55: Nú er heldur ikki koyrandi á Oyggjarvegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald