Innanlands

Ikea-møblar, ymiskir førleikar og vantandi avgerðir

- Tað nyttar ikki bara at gera kanningar, sum kosta nógv, og so ikki koma til greiðar niðurstøður. Tað vóru teir í Stjórnini samdir í

2025-10-30 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta snýr seg ikki um peningin sjálvan men um prinsippið í tí.

Soleiðis hildu bæði Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fyri í Stjórnini á FM1, tá teir í gjár viðgjørdu margháttiliga málið um ótollaðu vørurnar umborð á Smyrli. Harímillum vóru Ikea-møblar hjá Strandferðslustjóranum.

Sí eisini: 14 starvsfólk hjá Strandferðsluni fingu bøtur fyri samanlagt yvir 100.000 krónur

Júst í mun til málini um Strandferðsluni staðfestu royndu politikkararnir, at man ikki bara kann seta dýrar kanningar í verk og so ikki koma við veruligum avgerðum og atgerðum. Júst nú er ymiskt, ið Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, skal taka støðu til.

Landsstýrismaðurin í barna-og útbúgvingarmálum, og umsiting hansara, fáa eisini nakað av rísi fyri málið um strikaðu útbúgvingarnar á Glasi.

- Tað gevur ikki meining, at man meira flytur seg atftur til "ta gymnasialla". Í hasum bygninginum skulu vera nógv ymisk fólk við nógvum ymiskum dygdum - tað er tað góða við Glasi, staðfesti Jóannes Eidesgaard.

Djóni Nolsøe Joensen fær tó eisini rós fyri at bakka í málinum og síggja út til at skilja støðuna. Teir tríggir viðmerkjararnir í rásarúminum róður frammundir, at sum við øðrum aðalráðum, so sá tað ikki út til at vera upprunaliga eina avgerð hjá landsstýrismanninum.

Hoyr alla sendingina "Stjórnin - Politikkur á skák" frá 29. oktober her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder