Innanlands

Íbúðir skulu setast av til familjur í íbúðarneyð

Ein brátørvslisti verður skipaður, sum Almannaverkið skal umsita í samstarvi við Bústaðir

Eyðgunn Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðgunn Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-07 14:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið hevur nú sett sær fyri at hava eina skipan klára, sum kann traðka til, tá borgarar standa á berum uttan nakað at búgva í.

Hetta verður gjørt við, at ein røð av íbúðum verður sett av til at hýsa familjum, sum ikki hava nakað stað at búgva í.

- Tað verður Almannaverkið, sum kemur at umsita henda brátørvslistan í samstarvi við Bústaðir, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almanna- og bústaðarmálum.

Við hesi avgerð hevur landsstýrið eisini sett sær fyri at átaka sær ábyrgdina av teimum borgarum, sum standa á gøtuni uttan tak yvir høvdið.

Í munnligum svari í løgtinginum í vikuni vísti landsstýriskvinnan annars á, at júst fólk, sum eru komin í hesa støðu ikki hava nakran at venda sær til í skipanini.

Les eisini: Ongin hevur ábyrgdina av teimum heimleysu 

Eyðgunn Samuelsen leggur dent, at ætlanin við hesum brátørvslista er, at tær skulu brúkast sum fyribils loysn í eitt avmarkað tíðarskeið, til ein permanent býlisloysn er funnin til tær familjur, sum eru komnar í íbúðarneyð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder