Innanlands

Í starvi hjá kommununi í fjórðingsøld

Eybjørg H. Garðshorn hevur arbeitt á dagstovninum við Løgmannabreyt síðani í 2009

Í sambandi við 25 ára starvsdagin kom Elsa Berg, borgarstjóri, inn á gólvið (Mynd: torshavn.fo)

Í sambandi við 25 ára starvsdagin kom Elsa Berg, borgarstjóri, inn á gólvið (Mynd: torshavn.fo)

2026-04-01 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin var hátíðarhald á dagstovninum við Løgmannabreyt í sambandi við at  Eybjørg H. Garðshorn hevur verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.

Eybjørg byrjaði sum dagrøktari í 1999, men fór í barnsburðarfarloyvi í 2006, og síðan 2009 hevur hon arbeitt á dagstovninum við Løgmannabreyt.

Í sambandi við 25 ára starvsdagin kom Elsa Berg, borgarstjóri, inn á gólvið og segði nøkur orð og handaði síðani Eybjørg blómur og eina gávu frá kommununi.

Eisini Gunvør Jonsdóttir fekk blómutyssi, nú hon fer frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt.

Sum vera man var ein flott køka eisini sett á borðið
Sum vera man var ein flott køka eisini sett á borðið
Gunvør Jónsdóttir fer í næstum frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt. Eisini hon fekk blómur frá borgarstjóranum
Gunvør Jónsdóttir fer í næstum frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt. Eisini hon fekk blómur frá borgarstjóranum

A black poster with white text expressing wishes for children's well-being, learning, and relationships.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder