
Hetta vikuskiftið skipar Føroya Ríðingarfelag fyri Djóradøgum í Havnardali, og hóast veðrið ikki er av tí besta, halda Djóradagar fram í dag, tó við broyttari skrá.
– Vegna veður er vælumtókta ponyríðingin flutt inn í Reiðhøllina hjá felagnum. Ponyríðingin verður frá kl 17 til 18. Av somu orsøk verða hoppiborgirnar lagdar niður kl 16:50. Rossini ræðast larmin frá hoppiborginum, tí er hetta neyðugt, skrivar Føroya Ríðingarfelag í tíðindaskrivi.
– Onkrar aðrar smávegis broytingar eru eisini, onkur djór sum stóðu úti, eru tikin undur tak, og eisini hevur felagið raðfest djóravælferðina og koyrt okkurt ungt djór heim aftur til bóndan, so tað ikki skuldi standa úti í hesum veðrinum.
Enn er tó nógv at koma til í Havnardali í dag og er mestsum alt virksemið undir taki, deilt út á nøkur fjós, Reiðhøllina og felagshúsið hjá felagnum. Tiltakið er opið frá klokkan 14 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald