“Í nærveru fígginda mína“ er ein grípandi frásøgn um eini gíslatikin trúboðarahjún hjá New Tribes Mission og um ræðandi ár teirra í filipinska frumskóginum
Hjá trúboðarahjúnunum Martini og Graciu Burnham, gjørdist tað, ið byrjaði sum eitt frálíkt og framúrskarandi vikuskifti, har brúdleypsdagurin varð hildin á einum frítíðarstaði á eini tropiskari oyggj, til ein av teim ræðuligastu marrunum, ein kann ímynda sær.
Hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, ið er ein yvirgangs-bólkur við sambandi til Osama bin Laden. Tey vóru rykt burtur frá familju og vinum og trýst at flakka um í filipinska frumskóginum. Hetta hættisliga árið í fangilsi upplivdu tey hungur, áhaldandi máttloysi, bardagar, hjartaleys dráp – og inniliga sálarrannsakan um ein Gud, ið stundum tóktist at hava gloymt tey.
Í hesi grípandi, fyrstuhonds frásøgn um trúgv, kærleika og stríð, har hjúnini vóru vitni til ræðandi, tilvildarligan ráskap, kemur tú aftur um pallin av einum veruligum sorgarleiki, har tann, ið hevði minst møguleika at yvirliva, djarvt greiðir frá í smálutum. Tú fert at hoyra um atferðina og grundgevingarnar hjá einum víðgongdum yvirgangsbólki, har limirnir eru avgjørdir at náa málum sínum uttan mun til kostnað. Tú fert at verða hugvaktur av endaligu, sigrandi trúnni og varandi kærleikanum hjá einum vanligum hjúnum, ið vórðu tveitt í óvanliga torførar umstøður.
Meta av Fløtum hevur týtt til føroyskt. Bókin kostar 300 krónur, og fæst í bókhandlunum og á heimasíðuni hjá Leirkerinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald