Innanlands

Í morgin verður turt

Regnið heldur á til seinnapartin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-21 14:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Regn hevur verið í allan dag og heldur á nakrar tímar enn. Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri í morgin.

Í dag er eitt sindur av vindi, millum andøvsgul og frískan vind av suðri og útsynningi, millum 7 og 13 m/s. Nakað av avfalli fram til um 18 tíðina, millum 0,2 og 1,5 mm. Seinni í kvøld okkurt æl. Hitin millum 5 og 7 hitastig.

Í morgin verður lítið av vindi og einki avfall. Fleyr til andøvsgul av útsynningi og suðri, millum 0,5 og 5,7 m/s. Hitin millum 4 og 5 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder