Mentan

Í føroyskum klæðum til finaluveitslu

Teitur Skoubo møtti upp í føroyskum klæðum tá finalan av Paradise Hotel í kvøld varð víst

2019-07-18 23:08 Author image
Sverri Egholm

Tað sást bæði væl og virðiliga í kvøld, at Teitur Juliansson Skoubo er føroyingur. Tá finalan av Paradise Hotel í kvøld varð víst til Paradise-veitslu í Keypmannahavn, hevði Teitur leitað føroysku klæðini fram.

- Hetta hevur verið ein sjúk uppliving. Óansæð hvat hendir í kvøld, so kann man ikki vera annað enn glaður. Eg eri í finaluni við mínari bestu vinkonu (Anne Plejdrup) og spæli móti besta vinmanninum (Jonass Jannec). Tað verður vilt, skrivaði Teitur Skoubo á Instagram áðrenn finalan varð víst.

[object Object]

Nakrir mánaðir eru síðani upptøkurnar vórðu gjørdar í Meksiko og sjálv avgerðin fall at Teitur Skoubo og Anne Plejdrup vunnu Paradise Hotel, og at Teitur snýtti Anne fyri 300.000 krónur.

Les eisini: Teitur vann Paradise Hotel, snýtti partnaran og fór avstað við 300.000 krónum

placeholder
placeholder