Innanlands

Í dag er tunnilsdagur

Tað er frítt at koyra bæði í Vága- og Norðoyatunlinum í dag. Bæði í Klaksvík og á Vágoynni eru ymisk tiltøk

2018-12-08 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá kl. 06.00 í morgun og til kl 06.00 sunnumorgunin er tað ókeypis at koyra í báðum undirsjóvartunnlunum í landinum. Prísurin at koyra til dagliga er ikki høgur, um ein hevur kubba, men talan er framvegis um serstakar dagar. 

Í Klaksvík er ymiskt á skránni á hesum tunnilsdegi. Handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelagið hava longri opið; til klokkan 20.00. Í nýgjørda Spinnarínum við Boroyðavík skipar Noroyða Kunningarstova á fjórða sinni fyri "Norðurjól". Tiltakið er fyri at skapa jóladám; við millum annað sangi, kappingum og jólamanni. Á Klaksvíkar Sjómansheimi(Hotel Klaksvík) er árliga jólabuffétin, ið hevur alskyns góðan mat, nú seinnapartin. Í KÍ-høllini er Luksusloppur á skránni.

Eisini á Vágoynni merkist, at tað er tunnnilsdagur, og at jólini eru í hondum. Millum annað er tiltakið "Jól í Bø" er aftur á skránni í ár. Í Bø verða ymiskar framførslur og møguleiki at fáa suppu, kakao og annað ókeypis,  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder