
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Í fjør vóru tað Lív Egholm og Óluva Poulsen, sum hava starvast á Psykiatriska deplinum í mong ár, sum blivu heiðraðar, og nú sóknast Sinnisbati aftur eftir uppskotum til, hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn.
Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi, skrivar Sinnisbati.
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata.
Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 3. oktober.
Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð um, hvør skal heiðrast, og virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald