Mentan

Hvarv á Ljósfest

Bólkurin Hvarv verður við á Ljósfest í Vági 16. august

2026-07-27 07:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvarv gav tvey løg út í 2025. Bólkurin gav tíðliga í fjør út lagið ”Sálarfrændi mín”, sum var nógv at hoyra, og nakað seinni kom lagið ”Leitar tú elskandi”, ið eisini fekk sera góða móttøku.

Í august verður bólkurin at hoyra á Ljósfest í Vági, sum verður í døgunum 14. til 16. august.

Hvarv er í løtuni í upptøkuhølunum, og skjótt kemur nýtt lag frá bólkinum.

Bólkurin hevur mong ár á baki, og navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út. Har luttók bólkurin við lagnum "Fortíð, Nútíð, Altíð". Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum "Vovið av Guði".

Hvarv hevur ikki verið so virkin øll árini, tó at Hjalmar og Dagfinn hava verið á palli saman javnan øll árini. Og t.d. sangurin "Vovið av Guði" hevur fylgt teimum øll árini síðani útgávuna.

Bólkurin fer á Ljósfest at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út.

Hvarv hevur í sambandi við Ljósfest fingið dugnaliga tangentleikaran Torbjørn Lisberg við sær á pallin.

Manningin í Hvarv seinnu árini hevur verið hendan: Hjalmar Magnussen, sang og guitar;Dagfinn Olsen, bass og kór; Neil Joensen, guitar og kór; og Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur og kór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder