Innanlands

Hvalbiar kommuna skipar fyri flakakapping

– Bygg ein flaka og kom og sigl við honum til flakakappingina á Heygsvatni leygardagin 8. august

Heygsvatn (Mynd: Hvalbiar kommuna)

Heygsvatn (Mynd: Hvalbiar kommuna)

2020-07-21 19:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við at Hvalbiar kommuna skipar fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi leygardagin 8. august, verður eisini skipað fyri flakakapping á Heygsvatni.

Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna.

– Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bert hugflogi kann seta markið. So finn kreativa hattin fram og fara í gongd við at hugsa um ein flaka og byrja at byggja.

Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort, og aftaná verður grillhugni.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder