Mentan

"Hva vil folk si" er besti norski filmur

Filmsfelagið fer at vísa nýggja sterka filmin ”Hva vil folk si” á Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio leygardagin 8. september

2018-08-19 12:44 Author image
Filmsfelagið
placeholder

HVA VIL FOLK SI (Iram Haq) er besti norski filmur og fær 4 Amanda virðislønir.

Fyri filmin ”Hva vil folk si” vann norski leikstjórin Iram Haq í gjárkvøldið fýra Amanda-virðislønirnar í Haugesund: besti filmur, besta leikstjórn, besti mannligi høvuðsleiklutur og besta handrit.

Filmurin ”Hva vil folk si” er um eina 16 ára gamla norska gentu við pakistanskum foreldrum. Hon fellir í ónaði og verður send til Pakistan, tá foreldrini frætta, at hon fylgist við einum javnaldrandi norskum drongi.

Í takkartaluni, sum varð send á norska TV2 í gjárkvøldið, segði Iram Haq: ”Som veldig mange vet her, er denne filmen basert og inspirert av mitt eget liv. Jeg har levd et utstøtt liv fra et miljø, fordi jeg ville være meg.” Hon hevur fyrr gjørt filmin "Jeg er din" (2013), sum Norðurlandahúsið hevur sýnt.

Filmsfelagið fer at vísa nýggja sterka filmin ”Hva vil folk si” á Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio leygardagin 8. september. Tá fer stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum er úr Noregi, at innleiða sýningina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder