Føroysku húsarhaldini eiga meir á bók enn tey skylda í føroyskum peningastovnum.
Í november 2018 áttu húsarhaldini meir enn 2 milliardir krónur meir enn tey skylda, tá ið non-profit felagsskapir eru taldir við (Mynd 1). Hetta er meir enn tvífalt so nógv sum í september 2013, tá ið húsarhaldini áttu 900 milliónir krónur meir enn tey skyldaðu føroyskum peningastovnum.
At húsarhaldini eiga meir enn tey skylda – at tey hava innlánsyvirskot – er sum heilt gott fyri fíggjarliga støðufesti hjá peningastovnunum.
Innlán hjá føroyskum húsarhaldum í føroyskum peningastovnum vuksu við 30 prosentum frá september 2013 til november 2018. Upphæddin, sum húsarhaldini skylda føroyskum peningastovnum, vaks sama tíðarskeið við 20 prosentum.
![]()
Húsarhaldini eiga mest
Húsarhald eiga meginpartin av teimum pengum, sum standa á konto í føroyskum peningastovnum. Húsarhald eiga tveir triðingar, meðan privata vinnan eigur ein fimtapart.
Húsarhaldini eiga umleið 10 milliardir krónur í føroyskum peningastovnum tilsamans. Húsarhald fevna tá um løntakarar, pensjónistar og persónar, sum eru sjálvstøðugir vinnurekandi. Non-profit felagsskapir, til dømis ítróttarfeløg, samkomur o.t. eru við í hagtølunum fyri húsarhald, men hesi eru víst fyri seg í mynd 2.
![]()
Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald