Innanlands

Húsareynstunnilin verður stongdur leygardagin

Vegna asfaltering verður nýggi tunnilin ikki opin fyri ferðslu eitt samdøgur í vikuskiftinum

Húsareynstunnilin lat upp fyri ferðslu tíðliga í juli (Mynd: Ingi Samuelsen)

Húsareynstunnilin lat upp fyri ferðslu tíðliga í juli (Mynd: Ingi Samuelsen)

2025-10-30 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Húsareynstunnilin verður stongdur í eitt samdøgur hetta vikuskifti.

Hetta frá leygarmorgninum 1. november klokkan 7 til sunnumorgunin 2. november klokkan 7 á morgni.

Tað er í sambandi við asfaltering, kunnar Tórshavnar kommuna um.

Húsareynstunnilin lat upp fyri ferðslu tíðliga í juli. Hann Hoyvík og Marknagil saman og er við at lætta um ferðsluna gjøgnum býin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder