Innanlands

Hummarasuppa kann vera vandamikil

Heilsufrøðiliga ávarar um suppu, ið ikki hevur fingið nøktandi hitaviðgerð

2020-10-15 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú um eina danska suppu, sum fæst til keyps í føroyskum handlum í bikari við 375 grammum í.

Talan er um eitt partí av Bornholms Hummarasuppu, sum framleiðarin, Amanda Seafoods a/s, nú kallar aftur. Talan er um suppu, ið er framleidd 3. apríl í ár millum kl. 14.32 og 16.37 sambært upplýsingunum á bikarinum.

Amanda Seafoods hevur upplýst, at orsøkin til afturkallingina er, at ein feilur er komin fyri í hitaviðgerðini av suppuni, og vøran tí kann vera heilsuskaðilig, skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga mælir til at burturbeina vøruna ella lata hana aftur hagar hon er keypt 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder