Mentan

Hugnaligur eldradagur í Vági 1. oktober

Í sambandi við altjóða eldradagin, verður skipað fyri hugnaløtu í VB húsinum

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-09-19 18:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 1. oktober er altjóða eldradagur, og klokkan 11 henda dag verður eisini skipað fyri eldradegi í Vági.

Talan er um eina hugnaliga løta í VB húsinum við felagssangi og harmonikutónleiki og løttum framløgum. Tað er Vágs Kommuna sum skipar fyri degnum, ið er fyri borgarum sum eru 60 ár og eldri, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Á eldradegnum kemur Matstovan Garðslon at borðreiða við løttum ábiti, og umboð frá býráðnum verða til staðar á degnum. Hilmar í Lágabø hevur harmonikuna við, og Orðið á Borðið luttekur við sangi. Sámal Midjord frá Frelsunarherinum kemur at greiða frá um Heimaforbundið og Orðið á Borðið. Eisini kemur Arnfinnur Thomasen at greiða frá, um hendingina tá trolarin frá Hull, Girdlensess, gekk burtur við mann og mús vestan fyri Fámjin í 1931.

Dagurin endar klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder