
Norðurlandaráðið hevur í dag kunngjørt, hvørji eru tilnevnd umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025, og føroyska Hugla er millum tey tilnevndu.
– Áhugafelagið Hugla verður tilnevnt fyri sítt arbeiði við at minka um burturkast og fremja burðardygd gjøgnum pedagogiska praksis. Tað gera tey við at fáa børn og vaksin á skúlum og stovnum at luttaka í skapandi endurnýtsluverkætlanum, har burturkast verður umskapað til list, stendur m.a. í grundgevingini.
Hugla lærir børn at virðismeta tilfeingi, taka ábyrgd fyri náttúruni og síggja møguleikar í tí, sum onnur síggja sum burturkast, og hetta kann geva aktørum í øðrum londum íblástur, verður sagt.
Listin við teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins sæt her.
Vinnarin verður almannakunngjørdur 21. oktober, og 28. oktober verður virðislønin á 300.000 danskar krónur handað í Stockholm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald