Innanlands

Hugla endurskapanarmiðstøð á Hópfígging

Hugla er ein miðstøð, ið savnar “virðisleyst” tilfar, ætlað til burturkast, ið verður umskapað til nakað vakurt og hugsjónarríkt

2021-07-15 09:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagliga fer ein rúgva av tilfari á ruskstøðina, ístaðin fyri at tilfarið verður koyrt burtur, kann tilfarið bjóða av og stuðla undir læring, hugflog, innovatión, skapanarhug og lærutilgongd hjá børnum og vaksnum.

Á Endurskapnarmiðstøðini Hugla kann tað “virðisleysa” tilfarið umskapast til nakað vakurt og hugsjónarríkt.

Vit hava arbeitt við felags endurnýtslu verkætlanum við børnum síðan 2015, sum vit hava sýnt fram í býnum, tær hava verið til íblástur til tey mongu vitjandi, sum hava verið til framsýningarnar. Tað liggur eitt stórt arbeiði í tí at savna tilfarið inn, bæði við at hava samband við tey sum savna inn fyri okkum, og at sortera og gera tilfarið klárt til onnur at uppfinna nýtt úr. Hetta krevur eisini pláss og umstøður til at skapa, tí hava vit í ár fingið okkum eitt høli á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har tað er møguligt hjá øllum at koma at uppfinna nýtt úr tilfarinum, sum er savnað inn frá vinnu og privatum. Tað skal eisini verða lætt hjá stovnum og skúlum at fáa endurnýtslu tilfar til tað arbeiði sum verður gjørt har, og ynskja vit at at tað skal verða møguligt at koma eftir ókeypis tilfari í Hugla.

[object Object]

Íblásturin til endurskapanarmiðstøðina Hugla kemur frá Reggio Emilia hugsjónini og teirra Remida støðum, sum í dag eru kring allan heim. Hesar støðir gagnnýta og síggja møguleikar í vrakaðum tilfari, og eru við til at ávirka “keyp og koyr burtur” mentanina, og virka ístaðin til frama fyri einari mentan, sum brúkar og umhugsar møguleikar í burturbeindum tilfari.

Við endurskaparnarmiðstøðini vilja vit geva børnum og vaksnum eitt stað at møtast til samstarv, stuttleika, samvinnu og læring. Ætlanin er at skipa fyri verkætlanum, undirvísing og tiltøkum har møguleiki er at varpa ljós á ymisk evni.

Tað er pláss fyri umleið 28 fólkum at skapa í senn í Hugla, og eru tað námsfrøðingar og lærarar, ið taka sær av virkseminum. Tað er neyðugt at hava fakligu vitanina um arbeiðstilgongdina fyri at skapa røttu karmarnar og kunna vegleiða og undirvísa. Vit hava eitt samstarv við Fountainhúsið, sum eina ferð um vikuna savnar tilfar inn frá fyritøkum, sum stuðla við at savna tilfar saman til okkum.

Tú kanst stuðla Hugla á Hópfígging og lesa meira um verkætlanina á Hugla endurskapanarmiðstøð - Hópfígging og Hugla á Facebook  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder