2026-02-21 20:12
Fríggjadagin 20. februar hevði HR í Føroyum, áhugafelagið hjá HR-fólki í Føroyum aðalfund á Hotel Brandan, har m.a. nevndarval var á skránni.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali - Bára Gásadal, Alexandra á Dul og Andras Thomassen.
Bára og Alexandra tóku við afturvali, meðan Andras valdi at takka fyri seg. Í hansara stað kom Rúna Mikkelsen í nevndina.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
- Rannvá Justinussen, forkvinna
- Alexandra á Dul, næstforkvinna
- Bára Gásadal, kassameistari og nevndarlimur
- Hanna Nónstein, skrivari og nevndarlimur
- Rasmus Nolsøe, nevndarlimur
- Rúna Mikkelsen, nevndarlimur
- Sonny Joensen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald