Innanlands

Hoyrnin: Vit veita aðra tænastu enn tað almenna 

Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur hoyrnina, heldur ikki uppgávuna at lata hoyrtól bara vera ta somu hjá almennum og privatum veitara

(Mynd: Kvf.fo)

(Mynd: Kvf.fo)

2019-06-19 21:04 Author image
Regin Winther Poulsen

- Eg kann veita øll sløg av hoyritólum. Sum privatur veitari skal eg kunna veita tey nýggjastu, sum hava nýggjastu hentleikarnar. 

Tað sigur Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur Hoyrnina.

Les eisini: Landssjúkrahúsið brúkar meira pening uppá privat hoyritól enn almenn

Hoyrnin er einasti góðkendi privati veitarin av hoyritólum í Føroyum. Tað vil siga, at um fólk við niðursettari hoyrn velja at fara til hana heldur enn hoyrklinikkina, kunnu tey fáa upp til 8000 krónur við sær í stuðli til keyp av tóli. Til at fáa hettar, skal ein hava váttan frá oyra-, næsa- og hálslækna. Og eigarin av Hoyrnini heldur, at tað er rætt at fólk fáa ískoyti, men at hon sum so ikki hevur meining um, hvat kriteriini fyri stuðli skal vera ella hvussu stór upphæddin skal vera. 

- Tað má tann politiski myndugleikin avgerða, sigur Jutta Helgadóttir, sum tó leggur dent á, at upphæddin er til meira enn bara hoyritólið sjálvt. 

- Eg skal veita kanningar, viðlíkahald og umvælingar afturat tólinum. Hesar 8000 krónurnar eru fyri fjórða hvørt ár, og í øllum hesum tíðarskeiðinum, skal eg veita hesar tænastur, sigur Jutta Helgadóttir, sum ikki heldur at uppgávan hjá tí privata veitaranum og tí almenna bara er tann sama. 

- Eg haldi at uppgávan hjá einari almennari hoyriklinikk, fyrst og fremst er at taka sær av teimum, sum hava kompliserað hoyritap, sigur Jutta Helgadóttir.

Prísurin kann variera við fleiri túsund krónum
- Eg kann eisini veita somu tólini, sum tað almenna hevur. Og tað ber til at fáa hoyritól sum kosta niður í 2000 krónur hjá mær eisini. Men sum privatur veitari skal eg eisini kunna veita tey allar nýggjastu hoyritólini, sigur Jutta Helgadóttir, sum vil vera við, at Hoyrnin er nøkur ár frammanfyri almennu hoyriklinikkina í veitan av ávísum tólum. 

Tað er eisini stórur munur á ymisku tólunum, sum Hoyrnin selur. Við til samrøðuna við Juttu Helgadóttir er kunningarráðgevi hjá Hoyrnini, sum sjálvur brúkar hoyritól. Hann hevur tað nýggjasta og dýrasta modellið hjá Hoyrnini, sum kostar 11.500 fyri hvørt tól. Tað vil siga at tað kostar 23.000 krónur at fáa tólið til bæði oyru - og teir pengarnir verða lagdir afturat teimum 8.000, sum kundin kann fáa í stuðli til keyp av hoyritóli frá tí almenna. 

- Men hettar tólið er tað allar nýggjasta og hevur fleiri hentleikar, sum eru út yvir tað neyðuga. Tað ber eitt nú til at seta tólið til sjónvarpið, útvarp og at tosa í telefon ígjøgnum tað, greiða Jutta Helgadóttir og kunningarráðgevin frá. Tey vísa á, at fólk sjálvi hava møguleikan at velja eina privata ella almenna loysn, og at tað almenna sjálvandi eigur at veita eina basistænastu. 

- Men eitt nú hettar tólið, sum er tað nýggjasta av øllum, hevur Landssjúkrahúsið ikki. Og tað eiga tey heldur ikki at hava, tí hettar tólið er ikki ein basisvørða, greiðir Jutta Helgadóttir frá. 

Hevur meginpartin av kundunum
Jutta Helgadóttir byrjaði við Hoyrnini í 2009, eftir at hon hevði arbeitt innan tað almenna í Føroyum og Danmark sum audiolog áðrenn. Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum hevði sambært Juttu Helgadóttir tá langar bíðilistar. Í dag er bíðitíðin hjá tí almenna tvær vikur, og tað er sambært Juttu Helgadóttir júst tí, at privati veitarin er komin. 

- Eg havi fingið at vita frá teimum, ið umsita stuðulin, at 70 prosent av teimum, sum hava tørv á hoyritóli, eru hjá mær. Um eg ikki var her, hevði bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum sjálvandi verið nógv longri, greiðir Jutta Helgadóttir frá. Hon leggur afturat, at hon veitir allar tænastur, sum tað almenna hevur. 

- Eg skal jú góðkennast av donskum stovni hvørt ár, fyri at eg kann vera góðkendur veitari, sigur Jutta Helgadóttir. Hon vísir eisini fleiri onnur hjálpitól. 

- Eg havi serligar vekjarar, roykalarmar og annað til hoyriveik. Eisini hettar eru tænastur, sum eg sum privatur veitari kann veita við nýggjastu tøknini, meðan tað almenna ikki hevur til uppgávu at gera tað, sigur Jutta Helgadóttir at enda. 

Les eisini: Hoyriklinikkin: Vit veita alla neyðuga tænastu

 

placeholder
placeholder