
Eftir at almenna vitjanin hjá kongshjúnunum á Eiði var liðug um middagsleitið varð tað seinnapartin farið niðan á Eiðiskoll.
Josephine prinsessa, sum ikki var at síggja í morgun, var við á Eiðiskolli.
Í kvøld eru kongshjúnini vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog, sum framvegis liggur við bryggju á Eiði.
Á gestalistanum eru ymisk fólk frá landsstýrinum, fólk sum hava fingið riddarakross hesaferð, og lyklapersónar fyri vitjanina annars. Síggj gestalistan her.
Hetta verður tað síðsta hjá kongshjúnunum í Føroyum á hesum sinni. Tey fara av landinum í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald