Innanlands

Hótti og brúkti harðskap móti løgreglufólki

Ein persónur verður grundlógaravhoyrdur í Føroya rætti í morgun í sambandi við eina hending í Havn í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-07 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur verður í morgun grundlógaravhoyrdur fyri at hava hótt og brúkt harðskap móti einum løgreglufólki.

Tað var í sambandi við eina hending í gjár, har løgreglan legði seg uppí eina illstøðu millum tveir persónar, at løgreglan bleiv hótt, og eitt løgreglufólk bleiv sparkað í andlitið.

Ein persónur bleiv skuldsettur, og vísti tað seg, at viðkomandi er skuldsettur fyri líknandi mál fyrr í ár. Tí ynskir mann at royna at fáa hann varðhaldsfongslaðan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder