Uttanlands

Hótta við at stevna myndafólk

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan, sum júst eru flutt til Kanada, fáa heldur ikki har frið fyri myndafólkunum, og nú hótta tey við at stevna teimum, sum ikki geva teimum frið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-21 19:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heldur ikki eftir, at Harry prinsur og hertogafrúan Meghan eru flutt til Kanada, fáa tey frið fyri myndafólkum. Tí hótta tey nú við at stevna myndafólk, sum ikki geva teimum frið.

Hendan hóttanin kemur, sambært B.T. eftir, at fleiri miðlar í dag hava almannakunngjørt eina mynd av Meghan og soninum Archie, sum varð tikin, tá tey gingu túr við hundunum í einari almennari viðarlund á Vancouver Island, har tey nú eru flutt.

Sakførarar hjá Harry prinsi og hertogafrúuni Meghan vilja vera við, at myndirnar eru tiknar uttan samtykki frá hertogafrúuni, og at myndafólkini krógvaðu seg í runnum fyri at eygleiða hana og taka mynd.

Teir vilja eisini vera við, at myndafólk áður hava roynt at tikið myndir av teimum inni í heimi teirra gjøgnum fjarlinsu, og at tey konstant liggja og bíða uttanfyri nýggja heimi teirra.

Sakførar hjá parinum siga seg eisini stúra fyri, hvussu myndafólkini koyra runt í Kanada í royndini at fáa myndir av familjuni. Hetta er helst orsakað av, at mamma Harry prinsi, Diana, doyði í eini ferðsluvanlukku, tá hon varð jagstrað av myndafólkum í 1997.

Tað var fyri gott tveimum vikum síðani, at Harry prinsur og hertogafrúan Meghan boðaðu frá, at tey ikki longur ynkstu at vera framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum, og at tey ynkstu at deila tíðina millum Norðuramerika og Bretland. Í farnu viku boðaði Elizabeth drotning síðani frá, at parið í vár fer at missa síni kongaligu heiti, fíggjarligan stuðul og kongaligar skyldur.

Les eisini: Harry prinsur: Tað var ikki nøkur løtt avgerð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder