Innanlands

Hotel Føroyar bjóðar vælveru og grøna matskrá

Hósdagin verður latið upp fyri nýggja vælverudeplinum – eisini matstovan á hotellinum er broytt

2021-07-13 08:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hotel Føroyar, sum seinastu tíðina hevur verið fyri stórari um- og útbygging, letur hósdagin upp fyri nýggjum vælverudepli. Eisini letur matstovan á hotellinum upp í nýggjari útgávu.

Ress eitur nýggja vælveruøkið við sauna, damprúmi og viðgerðarrúmum til kropsmýking og andlitsviðgerðir. Ress er vælvera fyri øll – bæði hotellgestir og onnur – sum bara ynska at verða hjúklað um í best hugsandi umstøðum, verður sagt í tíðindaskrivi.

[object Object]

- Í Ress leggja vit dent á vælveru. Vit fara at bjóða átta ymisk sløg av kropsmýkingum og fimm ymiskar andlitsviðgerðir. Harafturat hava vit eina infrareyða sauna og eitt rasul damprúm, sigur Súsanna í Stórustovu, leiðari í ress

Grøn matstova við útsýni
Ruts er nýggja navnið á matstovuni á Hotel Føroyum. Ruts er ein grøn matstova við tveimum samansettum matskráum við seks rættum, eini vegetarmatskrá og eini pescetarmatskrá, sum er við føroyskum fiski og skeljadjórum.

- Nú, tá ið vit lata eitt nýtt vælveruøki upp á hotellinum, hildu vit, at ein grøn matstova var sera hóskandi til nýggja vælverutema’ið. Tað verður eisini møguligt at tillaga vegetarmatskránna til veganarar, sigur Sveinur Fuglø, høvuðskokkur í ruts.

[object Object]

Nýggj kafé í forhøllini
Hotel Føroyar letur í veruleikanum tvær matstovur upp hósdagin.

Umframt nýggju grønu matstovuna, letur eisini ein kafé við 50 sitiplássum upp í forhøllini. Kaféin eitur 1933 – nevnd eftir árinum, tá Hotel Føroyar lat upp fyrstu ferð.

Á matarlepanum hjá 1933 finst alt frá kræklingum til burgarar, verður sagt. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder