2025-09-03 18:49

Thomas Dam Intersport hevur fleiri handlar í Føroyum.
Umframt í Havnini, har latið er upp í nýggjum hølum á Smyrilsvegnum, eru ítróttarhandlar av Intersport-slagnum millum annað í Klaksvík og á Glyrvum.
Nú kemur ein í Vági eisini.
Boðað verður frá, at Thomas Dam Intersport letur upp í morgin, hósdagin 4. september, klokkan 10.
Hetta verður við ymiskum upplatingartilboðum. Staðsetingin á Torginum, har annað virksemi eisini er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald